Trækrúnulívæðrin

Bókaprát
15.08.2026

Okkurt skurrar í allari hesari menningini, sum byrjar í upplýsingartíðini og varir fram til nútíðina. 

Náttúruvísindini og upplýsingartíðin vóru framstig fyri mannaættina bæði verðsliga og andaliga – ongin ivi um tað, men nú er náttúran blivin mekanisk og avleidda tøknin, sum gevur okkum varma í húsini, fær bilar at koyra og mat í ovurstórum mongdum, gevur okkum eisini veðurlagsbroytingar, høv full av plastikki og hópoyðing av lívfrøðiligum margfeldi. 

Og týðiligast skurrar hendan kalda náttúruvísindaliga náttúrufatanin í mínum oyrum, tá ið okkara royndir at verja náttúruna ímóti árinum av vinnuligari og samfelagsligari menning sýnast nyttuleysar. 

Hví er tað so ringt at grundgeva fyri náttúruvernd, tá ið vit ongantíð í heimssøguni hava vitað meira um náttúruna enn júst nú? 

Hvat er tað sum manglar í okkara modernaðu náttúrufatan og roknistykkinum hjá Newton? Tað eru nógv undan mær, sum hava hugsað um júst hendan sama spurningin. Men ikki stórvegis er hugsað og skrivað á føroyskum um tílíkt. Tað er harmiligt, tí við vaksandi ágangi á náttúruna í Føroyum av fiskiveiðu, alivinnu, byggivinnu, ferðavinnu, landbúnaði og einum týðiligum tørvi á at fáa náttúru- og lendisviðurskifti betur skipað í Føroyum, er ein týðiligur tørvur eisini á at lyfta alt kjakið, sum stendst av hesum, frá bara at vera um, hvør eigur hvat og kapitalisering av atgongd, til eisini at vera um okkum sjálv og okkara trivnað og samband við náttúruna. 

Tað er týdningarmikið at flyta hetta týdningarmikla kjakið inn í ein føroyskan samanhang á føroyskum eisini. Og tað er tað, sum eg fari at royna við bókini.

Magnus gaard

Deil á

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát
Hey:)

Mentanarvirðisløn M.A Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2026 varð latin Trygva Danielsen fyri bókina Hey :) Tað metamodernistiska dómadagsmanifestið anno domini MMXXV et in futurum

Bókaprát
Babba og gloymskan

Hvussu er tað, tá ið ein pápi fær demens – og tú framvegis skalt vera dóttir?

Bókaprát
Trækrúnulívæðrin hjá Magnusi

Magnus Gaard hevur skrivað eina bók, sum viðger sambandið millum náttúru og menniskju.

Bókaprát
AT SIGA NÓGV VIÐ FÁUM ORÐUM

Yrkingar eftir íslendska skaldið og rithøvundan nú á føroyskum. Hetta yrkingasavnið eftir Þórarinn Eldjárn, kom út á íslendskum á sumri í fjør (2025). Tað var forlagið Gullbringa, sum gav savnið út. Nú hevur Martin Næs...